Orðálvur

Visti tú, at tað eru næstan líka nógv navnorð í føroyskum sum fólk? Tað vita Rannvá og Kristianna, sum hava gjørt eitt øðrvísi, spennandi spæl, sum lærir teg mállæru, uttan at tú veitst av.

 

Rithøvundur: Rannvá Skeel Johannesen/Kristianna Poulsen

Týðari:

Myndir: Sendistovan

Útgávuár: 2009

Upprunamál: føroyskt

Evni: spæl, mállæra

Síðutal:

Slag: borðspæl

ISBN: 978-999181-741-5




Orðálvur er eitt borðspæl um navnorð til børn og vaksin. Spælast kann í fleiri stigum, soleiðis at øll kunnu spæla saman - bæði tann, ið veit eitt sindur um navnorð og tann, ið veit nógv.

Orðálvur er bæði familju- og skúlaspæl. Spælið ger tað bæði stuttligt og spennandi at læra mállæru.

Í eskjuni er spælipláta, 6 spæliprikkar, 1 terningur, 720 spurnakort við tilsamans 3420 spurningum, 3 hefti við mállæru og 1 hefti við spælireglum.

 

Spælið er til 2- 6 spælarar frá 9 árum og uppeftir.


Aftur