Ongar reglur - 2

Annar partur av trimum í røðini um mannajagstraran Luka.

Rithøvundur: Jan Kjær

Týðari: Sonne Smith

Myndir: Jan Kjær

Útgávuár: 2011

Upprunamál: danskt

Evni:

Síðutal: 102

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-841-2




Luka vil verða mannajagstrari, men hann hevur ongan lærumeistara. Tá ið hann hoyrir um víðagitna mannajagstraran Ezra ArManju, fer hann av stað í stundini í vón um at gerast lærlingur hansara. Á vegnum møtir Luka teirri villu Selinu, sum kastar við knívum, og sum eisini vil gerast lærlingur hjá Ezra ArManju.

Luka varnast skjótt, at hann er í kapping við eina gentu, sum ikki himprast fyri nøkrum, og sum er fús at gera, hvat tað skal vera fyri at røkka málunum, hon hevur sett sær.

Fer Luka at vinna á einum kappingarneyta, sum spælir uttan reglur? Og hvussu langt er hann sjálvur fúsur at fara fyri at vinna?
 


Aftur