Nykrósutjørn

Onnur bókin um Steffi og Nelli. Steffi, sum nú er 13 ára gomul, gleðir seg at byrja í millumskúlanum í Gøteborg og fáa nýggjar vinir.

Rithøvundur: Annika Thor

Týðari: Karl N. Hansen

Myndir: Alexandra Kern

Útgávuár: 2002

Upprunamál: svenskt

Evni: krígsbørn

Síðutal: 186

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-296-2




Onnur bókin um Steffi og Nelli. Steffi, sum nú er 13 ára gomul, gleðir seg at byrja í millumskúlanum í Gøteborg og fáa nýggjar vinir. Men mest av øllum er hon spent at hitta Sven aftur. Hon lærdi hann at kenna, tá ið Sven og tey gistu hjá teimum í oynni summarið fyri. Sven er 18 ára gamal, og Steffi er í loyndum forelskað í honum. Steffi skal búgva hjá Sven og teimum, meðan hon gongur í skúla í Gøteborg.
Í skúlanum gongur væl hjá Steffi og Sven og hon eru saman hvønn dag. Tey ganga túrar við hundinum og vitja vøkru Nykrósutjørnina. Steffi er eydnurík, men torir ikki at siga Sven sannleikan um sín loyniliga kærleika. Ein dagin sær hon Sven saman við eini gentu, og nú verður ikki væl vorðið hjá Steffi.


Aftur