Níðingur

Fimta bókin í røðini um Torak

Rithøvundur: Michelle Paver

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Geoff Taylor

Útgávuár: 2010

Upprunamál: enskt

Evni: steinøld

Síðutal: 292

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-748-4




Besti vinur Torak verður dripin, og Torak fær beinanvegin frænir av, at tað er hin óndi Thiazzi, ið hevur gjørt hetta.

Lesarin fylgir Toraki, meðan hann jagstrar drápsmannin.

Píndur av skuldarkenslu og sorg fylgir Torak slóðini eftir drápsmanninum inn í Døkkaskóg, har Heimsandin gongur í dølunum sum ein maður við krúnhjartarhornum á høvdinum. Men onkur rotinskapur er farin at gera um seg í skóginum, tí at ættirnar eru falnar fyri lygnunum hjá Sálarátararnum.


Aftur