Myndabókin

Tað er okkurt rættiliga løgið við ovasta lofti. Gilbert hevur altíð vita tað. Líka síðan pápin doyði, hevur tað bæði lokkað og rætt hann.

Rithøvundur: Laura Trenter

Týðari: Jón Joensen

Myndir: Katrin Jakobsen

Útgávuár: 2009

Upprunamál: svenskt

Evni: krimi

Síðutal: 225

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-710-1




Gilbert kennir á sær, at um tað er nakrastaðni, hann hevur møguleika at fáa meira at vita um pápan, so er tað á ovasta lofti. Ein dagin byrjar okkurt løgið at henda, ein gátufør ketta, sum kemur fram allastaðni, har tað tykist ógjørligt at koma fram, ein gomul omma tykist kunna lesa tankar. Og knappliga finnur hann myndabókina hjá pápanum! Men okkurt er við myndunum, sum ikki er, sum tað eigur at vera. Hann kann bara ikki koma á, hvat tað er...

Fleiri kenna ivaleyst bøkurnar hjá Lauru Trenter. Hon skrivar krimikendar søgur, sum eru væl dámdar millum stór børn og ung.
Henda er eitt sindur øðrvísi: hóast hetta í grundini er ein krimi, hevur Laura Trenter í hesari bókini brúkt fotomyndir, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum, men mangan ørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa.
 

 


Aftur