Mín jólabók 2008

 Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð.

Rithøvundur:

Týðari:

Myndir:

Útgávuár: 2008

Upprunamál: føroyskt

Evni: jól, ítriv

Síðutal: 80

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-646-3




Kennir tú Mariu
sjálvsagt gert tú tað,
hon er sett at eiga,
fyrsta jóladag


Hetta ørindið finnur tú í yrkingini Maria í Mattalág, sum orðasnillingurin Alexandur Kristiansen hevur týtt og Janus á Húsagarði so hegnisliga hevur teknað til.

 

Jólatíð er gleðistíð – í hvussu er sambært káta jólatrænum á permuni á Míni jólabók.
Í staðin fyri at lata hini dansa um seg er tað sjálvt farið at dansa.
Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Allar søgurnar eru nýskrivaðar  og vakurt myndprýddar.
Adventsøguna hevur Sámal Kristian Jacobsen skrivað og Herdis Jakobsen teknað.
Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð.

Jólabókin er eisini full av hugskotum um ymiskt, sum kann gerast til jóla, har er bæði at baka og binda, klippa og líma.
Uppgávur eru eisini í bókini m.a. krossorð og sudoku.

 

Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.


 


Aftur