Malice - Tú kanst ikki flýggja

Bókin er fyrsta av tveimum spennandi bókum um eina verð, sum nógv tosa um, men ongin rættiliga trýr uppá.
Men so fer knappliga okkurt at henda, børn hvørva og ikki bara hvørva, men enda í einari teknisøgu, sum er ræðuliga óhugnalig.
 

Rithøvundur: Chris Wooding

Týðari: Mortan Ó Vang

Myndir: Dan Chernett

Útgávuár: 2011

Upprunamál: enskt

Evni: fantasy

Síðutal: 388

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-865-8




Tann, ið stýrir Malice, er Tall Jake, og gert tú ritualið, sum stendur í teknirøðini, kemur Tall Jake eftir tær og tekur teg við sær.
Bókin er í tveimum: í veruliga lívinum verður søgan fortald við vanligum teksti, men tá ið vit koma í Malice, sum undirverðin eitur, verður eisini sagt frá í teknirøð.
Spurningurin er so, um tað letur seg gera at sleppa heim aftur, og tað er júst hetta, tey bæði Seth og Kady stríðast við.
Malice er ein bók, sum fær tað at renna kalt niður eftir bakinum, og til teirra, sum dámar at lesa óhugnaligar søgur, er henda bókin nakað heilt serligt.
 


Aftur