Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið

Bók við fløgu, sum við orðum og tónum leiðir barnið inn í tónleikaheimin

Rithøvundur: Hallfríður Ólafsdóttir

Týðari: Tóra Tóroddsdóttir

Myndir: Tórarinn Már Baldursson

Útgávuár: 2009

Upprunamál: íslendskt

Evni: tónleikur, ljóðføri

Síðutal: 42

Slag: innbundin við fløgu

ISBN: 978-99918-1-703-3




Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild villist inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur til eina framførslu. Magnus kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum, men nú sleppur hann endiliga sjálvur upp í part.

Við orðum og myndum leiðir henda stuttliga søgan lesaran inn í ta gandakendu tónleikaverðina. Ævintýrið hjá Magnusi vindur upp á seg, meðan lesarin hoyrir um tey ymisku ljóðførini, og hvussu tey ljóða.

 

Við bókini fylgir ein fløga, har Anfinn Heinesen lesur søguna, og íslendska symfoniorkestrið spælir verkini í bókini. Arina Bischoff syngur lagið hjá Magnusi Musikus. Umframt tað spælir Føroya Symfoniorkestur tónleikaverkið Ólav Riddaraós.


Aftur