Loyndarmálið hjá Gudmundi

'Hevur tú nøkur loyndarmál, mamma?' spyr Gudmundur. Mamman drálar eina lítla løtu. 'Ja, tað kann væl vera. Eg haldi, at øll hava loyndarmál,' sigur hon spakuliga

Rithøvundur: Stian Hole

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Stian Hole

Útgávuár: 2013

Upprunamál: norskt

Evni:

Síðutal: 46

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-74-76-0




Loyndamálið hjá Gudmundi er triðja í røðini um Gudmund. Rithøvundurin hevur fingið nógvar prísir fyri bøkurnar um Gudmund, m.a. norska Brageprisen og italska Bologna Ragazzi Award.

Ummælarar eru á einum máli um, at bøkurnar hjá Stian Hole kunnu roknast upp í modernaðu norðurlendsku barnabókaklassikarnar.

Bókin er um Gudmund, sum eitt summarið hittir tvíburagentuna Jóhannu.

Jóhanna vísir Gudmundi á eitt loyndarmál í skóginum. Tað verður loyniliga staðið hjá teimum báðum í skóginum og saman vitja tey staðið nærum hvønn dag og lata hugin reika.


Aftur