Karlo og Luddi

Um lundarnar Karlo og Ludda, sum eru so ólíkir, men sum tó eru góðir hvør við annan og hjálpa hvør øðrum

Rithøvundur: Niclas Heri Jákupsson

Týðari:

Myndir: Thierry Capezzone

Útgávuár: 2014

Upprunamál: føroyskt

Evni: lundar, angist, flogræðsla, tolsemi

Síðutal: 48

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-0-082-2




Hvørt heyst leitar Karlo sær saman við øllum hinum flytifuglunum til heitari lond.
Men av tí at Luddi hvørki torir at flúgva ella svimja, verður hann verandi eftir. At Luddi ikki torir á flog.

Eitt várið, tá allir flytifuglarnir koma aftur, er Karlo ikki er við.

Hvat skal Luddi nú gera?

Søgan er um Ludda, sum bjóðar sínum ótta av, og sum við sínum heimagjørda luftskipi flýgur yvir um høv fyri at finna beiggja sín.
Hvussu henda ferðin spælir av, kunnu tit lesa í hesari stuttligu søguni, har bæði sjórænarar, ein ljósareyður hvalur, ein gamal skattur og mangt annað spennandi er at finna.

 


Aftur