Johnny og 7 vinir hansara

Um ein lítlan, fittan drong, sum ynskir sær, at tað altíð skal vera sunnudagur, tí tá hava øll frí, og hann sleppur at spæla og stuttleika sær.

Rithøvundur: Silvi Väljal

Týðari: Harry Davidsen

Myndir: Silvi Väljal

Útgávuár: 2010

Upprunamál: estiskt

Evni: vikudagar

Síðutal: 24

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-813-9




Johnny fer avstað at leita eftir sunnudagslandi, tí hann ætlar at fáa sunnudag at vera allar dagar í vikuni.

Á vegnum hittir hann allar hinar dagarnar, sum vísa honum leiðina fram til Sunnudagslandið.

Á henda hátt lærir Johnny nøvnini á øllum hinum døgunum og at tað saktans kann vera stuttligt aðrar dagar enn bara sunnudag.

Hetta er ein fín bók at læra barnið um allar dagarnar í vikuni.


Aftur