Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni

Um hundin og túsundbeinið sum, hóast ólík, eru bestu vinir

Rithøvundur: Oddfríður Marni Rasmussen

Týðari:

Myndir: Bárður Oskarson

Útgávuár: 2008

Upprunamál: føroyskt

Evni: vinalag, dýr

Síðutal: 60

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-645-6




Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum.

Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki.

Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar.

Og tá kann alt henda.


Aftur