Hygg eg!

Birde Poulsen dugir væl at gera myndir av dýrum, so tey tykjast livandi.

Rithøvundur: Birde Poulsen

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Birde Poulsen

Útgávuár: 2011

Upprunamál: danskt

Evni:

Síðutal: 14

Slag: pappbók við klaffum

ISBN: 978-99918-1-829-0




Pappbókin Hygg eg hevur klaffar,  og við at lyfta teir á, sæst, at fílurin, sum er høvuðsdýrið í bókini, ikki altíð er so heppin, tá ið hann reypar.
Foreldur kenna hetta væl aftur, tá ið barnið vil sleppa at vísa, hvussu væl tað dugir ella vil hava onkran at leggja til merkis, at tað er nakað heilt serligt.
Birde Poulsen hevur fangað júst hetta í hesari fittu bókini til tey smæstu.
 


Aftur