Hvar er systir mín?

Ein virðislønt myndabók eftir kenda svenskaran Sven Nordqvist.

Rithøvundur: Sven Nordqvist

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Sven Nordqvist

Útgávuár: 2008

Upprunamál: svenskt

Evni: hugflog

Síðutal: 28

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-595-4




Bókin er vald at vera næstbestu myndabók, ið komin er út í Svøríki í 2007. Frammanundan hevur hon fingið svenska Augustprisen í 2007.
Tað er lætt at síggja, hví so er, tá ið tú letur hesa vøkru bókina í stórum arkabroti upp. Hon er um ein beiggja, sum leitar eftir systur sínari, men tað er torført, tí hon hvørvur í heilum burtur í eyðkendu myndunum hjá Sven Norqvist, sum nógv kanska kenna frá søgunum um fressin Findus.

Myndirnar eru ótrúligar við nógvum smálutum, ið gera at tú kanst brúka nógva tíð at blaða í henni!


Aftur