Huckleberry Finn

Bókin er ein klassikari og ógvuliga stuttlig. Hon lýsir væl viðurskiftini hjá svørtum fyri mongum árum síðani í amerikansku suðurstatunum.
 

Rithøvundur: Mark Twain

Týðari: Gunnar Hoydal

Myndir: E. W. Kemble

Útgávuár: 2011

Upprunamál: enskt

Evni: klassikari, rættindi, kúging, trældómur

Síðutal: 396

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-868-9




Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi. Har hittir hann Jim, nekaratrælin, sum er rýmdur. Teir gera ein flaka, og saman sigla teir oman eftir ánni og vóna at finna frælsi og sømilig kor.
 


Aftur