Hjálp! Ránsmenn!

Á veg úr skúla fara níggju ára gomlu Sebastian og Johanna á posthúsið at keypa frímerki. Meðan tey standa og bíða, brestur hurðin upp, og tveir menn í brølapum og við maskinbyrsum í hondunum koma brestandi inn.

Rithøvundur: Laura Trenter

Týðari: Jón Joensen

Myndir: Magnus Bard/Janus Guttesen

Útgávuár: 2002

Upprunamál: svenskt

Evni: krimisøga

Síðutal: 136

Slag: heft

ISBN: 99918-1-306-3




Á veg úr skúla fara níggju ára gomlu Sebastian og Johanna á posthúsið at keypa frímerki. Meðan tey standa og bíða, brestur hurðin upp, og tveir menn í brølapum og við maskinbyrsum í hondunum koma brestandi inn. Ránsmenninir peiggja um seg við byrsunum og geva øllum boð um at leggja seg á gólvið.
Sebastian og Johanna koma heilskapað frá ráninum, men aftaná kemur ræðslan: tey sóu ikki, hvørjir ránsmenninir vóru, men ránsmenninir sóu tey. Hvat um tað er fólk, ið tey kenna? Ein spennandi krimisøga, men eisini ein søga um vinarlag og dirvi - og um hvussu torført tað er at tora at vísa sína ræðslu.


Aftur