Hin seinasti bardagin

Sjeynda bókin í røðini um Narnia ... har lygnir ala fram ótta ... har trúfesti skal standa sína roynd ... har øll vónin tykist burturmist.

Rithøvundur: C.S.Lewis

Týðari: Theodor Hansen

Myndir: Pauline Baynes

Útgávuár: 2010

Upprunamál: enskt

Evni: fantasy

Síðutal: 178

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-761-3




Á seinastu døgum Narnia er landið hótt sum ongantíð áður - ikki av álopum uttanífrá, men av fígginda innanífrá. Lygnir og svik hava fest røtur, og bara kongur og ein lítil skari av trúføstum viðhaldsfólki kunnu fyribyrgja, at alt, tey hava kært, gongur undir í hesum stórfingna endanum á Søgunum úr Narnia.


Aftur