Hagasóljusangur

Ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag, sum eitt gávuríkt frásøgufólk megnar at siga frá, á ein sera fangandi hátt.

Rithøvundur: Hilde Hagerup

Týðari: Juli Fagerland

Myndir: Jesper Egemar

Útgávuár: 2006

Upprunamál: norskt

Evni:

Síðutal: 223

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-523-6




Ein hugtakandi søga um eina sera illsinta og samstundis ólukkuliga gentu.
Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Í staðin syngur hon altíð og allastaðni.
Gerda er als ikki so fitt altíð, og mangan ger hon ónáðir við vilja, og hon noktar at vera sum hini vilja hava hana at vera. Men tað er ikki lætt at vera hon, og lesarin verður góður við hana, sjálvt um hon ber seg at, sum hon ger.
Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag, sum eitt gávuríkt frásøgufólk megnar at siga frá, á ein sera fangandi hátt.


Aftur