Gøtan hjá Gudmundi

Summarið hjá Gudmundi er farið.

- Lívið er aldrin heilt trygt. Bara hann, sum er øgiliga bangin, kann vera djarvur, hevur pápin sagt við Gudmund. Men hvør fær verið djarvur, tá ið Rói úr fjórða stendur fyri portrinum?

Rithøvundur: Stian Hole

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Stian Hole

Útgávuár: 2012

Upprunamál: norskt

Evni:

Síðutal: 40

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-975-4




Gøtan hjá Gudmundi er onnur bókin um Gudmund. Fyri fyrru bókina  Summarið hjá Gudmundi fekk Stian Holte nógvar virðislønir, m.a. Brageprisen og Bologne Ragazzi Award.
   Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. Rói lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá Frímerkjamanninum – gamla manninum í grannalagnum. Tá ið eldur festir, rýmir Rói, meðan Gudmund hjálpir at sløkkja eldin.
So við og við verða Gudmund og gamli (og kanska eitt sindur løgni) maðurin vinir, og hetta tykist at gagna teimum báðum.
 


Aftur