Gluggi

Stuttsøgusavn við tekstum, sum ungar gentur hava skrivað

Rithøvundur: ymsir

Týðari:

Myndir: Ole Wich

Útgávuár: 2014

Upprunamál: føroyskt

Evni:

Síðutal: 40

Slag: heft

ISBN: 978-99918-2-193-1




Tekstirnir eru sera ymiskir bæði stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir.

Tekstirnir snúgva seg um lívið hjá ungum í Føroyum og eru sera spennandi og geva innlit í eitt ungt univers.

Trongdin at sleppa undan at verða sett í bás, trongdin eftir frælsi, at sleppa at vera tann, ein er. At sleppa undan tronga leiklutinum, sum vit vaksnu geva gentu og drongi.

Tekstirnar snúgva seg eisini um tað trupla lívið, at kenna seg kensluliga heimleys og at ynskja seg burtur úr veruleikanum.

 

Samrøða við Jórunn Mariu Dalsgarð

 

Jórunn Maria er rithøvundur. Strok nr 5, 2014

 


Aftur