Gátuførar hendingar - Óloyst brotsverk

Heimssøgan er full av ræðuligum brotsgerðum og óloystum morðgátum.

Rithøvundur: John Townsend

Týðari: Pauli Hansen

Myndir:

Útgávuár: 2013

Upprunamál: enskt

Evni: brotsverk

Síðutal: 32

Slag: heft

ISBN: 978-99918-74-88-3




Har eru søgur um hópdrápsmannin í viktorianska London, sum møguliga var kongligur, og tann óhugnaliga søgan um barnið, sum hvarv.

Óloyst brotsverk tekur okkum við á eina ótrúliga ferð gjøgnum hesi andstyggiligu brotsverk.

Vit hoyra um sunnudagsskúlalæraran, sum var undir illgruna í tveimum ógvisligum morðum.

Vit hoyra eisini um ein ránsmann, sum leyp úr einum flogfari og síðan hvarv, ein mann, sum varð dripin við einum eitrandi regnskjóli, og nógv, nógv annað. Nógv er at vera bilsin og ovfarin um.

 

Grønur faktakrabbi


Aftur