Fríkorter

Tá ið Kunuk frá sær sjálvum av sorg ætlar at forgera sær, má Mari royna at koma honum til hjálpar.

Rithøvundur: Naja Lund

Týðari: Karl N. Hansen

Myndir: Niels Motzfeldt

Útgávuár: 2008

Upprunamál: danskt (grønlendskt)

Evni: sjálvmorð, hjartasorg, Grønland

Síðutal: 40

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-579-4




”Hann hugdi beinleiðis at mær og smíltist. Tað kitlaði í búkinum á mær. Eg havi aldri sæð eitt so vakurt smíl. Eitt vinarligt og fegið smíl. Hann lyfti høvdinum eitt sindur sum at heilsa. Eg gjørdist heilt forfard og hugdi burtur. Eg stardi beint fram. Uttan so mikið sum eitt smíl. Hví skuldi eg tað? Hann fann bara útav, hvussu hugtikin eg var av honum.”

 

Mari er forelskað í Mads. Men er hann í henni? Og hví er tað synd fyri Kunuk?

 

Ein nútímans søga úr Grønlandi um kærleika, hjartasorg, skilnað og vinalag.


Aftur