Findus flytur út

Níggjanda bókin um teir báðar vinmenninar Pettson gamla og frensin Findus

Rithøvundur: Sven Nordqvist

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Sven Nordqvist

Útgávuár: 2012

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 24

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-991-4




Pettson gamli ilskast um, at Findus vekur hann hvønn morgun klokkan fýra. Findus ger morgunfimleik og hoppar í songini, men Pettson vil sleppa at sova, til hann vaknar. Loysnin er, at Findus fær síni egnu lítlu hús, og tað halda báðir vera frálíkt í fyrstuni ... 

   Hetta er eins og allar hinar bøkurnar um Pettson gamla og frensin Findus ein innilig og stuttlig søga, merkt av tolsemi, góðvilja  - og eini ótrúligari listarligari orku og hugflogi. Tú kanst sita leingi og granska hvørja opnu og alsamt at finna nýggjar smálutir og søgur í søguni.
 


Aftur