Ferðin hjá Mosamollis

Lat tí títt egna hugflog saman við hugflognum hjá børnunum sveima við Mosamollis runt á ferð, og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.

Rithøvundur: Janus á Húsagarði

Týðari:

Myndir: Janus á Húsagarði

Útgávuár: 2008

Upprunamál: føroyskt

Evni: trøll, kærleiki

Síðutal: 38

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-628-9




Síðani menniskju av fyrstantíð komu til Føroyar, eru trøllini farin longri og longri niðan í fjøllini at krógva seg. Tey flestu stóru trøllini eru vorðin til stein av sólarljósi. Men enn er eitt slag av smáum trøllum eftir. Tó hesi eru ógvuliga ring at fáa eyga á. Tey eru sera stygg og búgva, har ið menniskju vanliga ikki koma til. Tey hava eygu og oyru so góð, at tey longu hava krógvað seg langt áðrenn menniskju hava møguleika at síggja tey. Hesi trøll liva av berum og tara, og tey tola sólarljós. Eitt av hesum trøllum er Mosamollis, sum henda søgan snýr seg um.
Tá ið tú lesur søguna um Mosamollis og ferð hansara runt Føroyar, er eingin tekstur at halda seg til. Lat tí títt egna hugflog saman við hugflognum hjá børnunum sveima við honum runt á ferðini, og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.
Ver til staðar í løtuni og liva teg inn í heimin hjá Mosamollis.


Aftur