Erebos

Erebos er eitt spæl, tað eygleiðir teg, tað tosar við teg, tað lønar tær, tað roynir teg, tað hóttir teg. Erebos hevur eittans endamál: tað ætlar at drepa

Rithøvundur: Ursula Poznanski

Týðari: Jenny Johannessen

Myndir: Christian Keller (perma)

Útgávuár: 2014

Upprunamál: týskt

Evni: telduspæl, bundinskapur

Síðutal: 419

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-110-2




Erebos er eitt spæl, tað eygleiðir teg, tað tosar við teg, tað lønar tær, tað roynir teg, tað hóttir teg. Erebos hevur eittans endamál: tað ætlar at drepa

Í einum skúla í London verður eitt telduspæl sent runt – Erebos. Tann, ið spælir tað, sleppur ikki undan tí aftur. Og reglurnar eru ómetaliga strangar: Tann, ið spælir Erebos, hevur bert ein kjans. Leikarin má ikki tosa um tað og skal altíð spæla einsamallur. Og tann, ið brýtur reglurnar ella ikki loysir uppgávurnar til fulnar, verður blakaður út og sleppur ikki inn aftur.

 

Í Erebos rennur fiktión og veruleiki saman á óhugnaligan hátt: Uppgávurnar, ið spælið áleggur einum, skulu loysast í veruligu verðini.
Eisini Nick hevur eina sjúkliga trongd eftir at spæla Erebos – líka til spælið krevur, at hann skal drepa eitt fólk …


Aftur