Dansa fyri lívinum

Ein innilig kærleikssøga millum ballettdansarinnuna Juliu og útróðrarmannin Rúnar

Rithøvundur: Torvald Sund

Týðari: Juli Fagerland

Myndir: Perma: Helle Kvevli

Útgávuár: 2012

Upprunamál: norskt

Evni: kærleiki, hav

Síðutal: 95

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-74-29-6




Søgan um tey bæði ungu, hon ballettdansarinna, hann útróðrarmaður, er hugtakandi frá byrjan. 

   Lýsingin av teimum báðu ungu, Juliu og Rúnari, er týðilig og væl skrivað: hann við snúsinum og sjóluktinum, hon við tí sterka dansikroppinum, sum kann verða steinharður einu løtuni og kettumjúkur aðru løtuna. Somuleiðis lýsingin av gamla fiskimanninum, sum ikki hevur verið til skips, síðan hann var um at sjólátast fyri 40 árum síðani.
   Tey bæði ungu stríðast ikki bara fyri lívinum á havinum, men eisini fyri at bjarga kærleikanum ...
 


Aftur