Dámar 'Hata horuna'

Ein sterk ungdómssøga um happing á netinum. Um hvussu skjótt ein søga kann gerast til slatur og spjaðast.

Rithøvundur: Johanna Nilsson

Týðari: Ása Højgaard Ellefsen

Myndir:

Útgávuár: 2013

Upprunamál: svenskt

Evni: happing, internet

Síðutal: 152

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-035-8




Jonna og Gloria eru bestu vinkonur. Tær eru ikki serliga væl dámdar, men verða heldur ikki happaðar. Men so fara tær á eina veitslu og sleppa at dansa við Robin, flottasta, kulasta dreingi í skúlanum.

Hann tykist halda tær vera heilt ókey, kanska enntá fittar. Tað er næstan ov gott at vera sannheit. Tað er tað eisini. Óndar viðmerkingar byrja at koma á bloggin hjá Gloriu, og á Facebook verður ein bólkur gjørdur, sum eitur Hata horuna. Gloria verður so illa fyri av hesum, at hon byrjar at skera seg aftur. Jonna má gera okkurt, tí hon má hjálpa Gloriu. Hon ger av at geva aftur av somu skuffu, tí á netinum kann alt lata seg gera.

 

LÆRARAVEGLEIÐING

 


Aftur