Børn á markinum

Frásøgurnar í hesari bókini eru sera stuttar. Tær byrja mitt í onkrum og enda brádliga. Tú kanst sjálv/ur finna uppá, hvat man vera hent, áðrenn søgan byrjaði; og hvat tú ímyndar tær, sum víðari skal henda við persónunum, tú lesur um

Rithøvundur: Bent Haller

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Lars Vegas Nielsen

Útgávuár: 2013

Upprunamál: danskt

Evni:

Síðutal: 58

Slag: heft

ISBN: 978-99918-74-70-8




Heitið Børn á markinum er væl valt, tí hetta júst snýr seg um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val: hvønn veg fert tú? Tað valið kanst tú sum lesari gera, meðan tað er lítil vón fyri teimum børnum, sum Bent Haller lýsir í hesum stuttu prosapettunum.

Søgurnar eru bonskar og realistiskar bæði í evnisvali og máli.


Aftur