Blaðgátan

Nýggj krimisøga um Lassa og Maiu

Rithøvundur: Martin Widmark

Týðari: Sámal Kristian Jacobsen

Myndir: Helena Willis

Útgávuár: 2009

Upprunamál: svenskt

Evni: krimi

Síðutal: 94

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-68-4




So kom hon endiliga – 8. bókin í røðini um detektivarnar Lassa og Maiu. Flest øll skúlabørn kenna vinfólkini, sum altíð eru úti fyri onkrum sera spennandi. Í Blaðgátan er Válavíkarblaðið farið at skrivað undarligar greinir um íbúgvarnar í Válavík. Í yvirskriftunum stendur m.a. at lærarin hevur snýtt í skúlanum, løgregluovastin hevur stolið súreplir og mangt annað, sum Maia og Lassi ikki fáa seg sjálv at trúgva. Tí seta tey sær fyri at finna fram til, hvør tað er, ið skrivar greinirnar. Ein spennandi bók til børn í aldrinum 7- 10 ár.


Aftur