Álvur og hermannapápin

Nú er Álvur Ákason seks ár. Hann kennir ein hermann. Ein rættiligan hermann. Álvur og vinmaðurin, Hamdi, hugsa nógv um kríggj og harðskap, men hermaðurin vil einki fortelja...

Rithøvundur: Gunilla Bergström

Týðari: Niels Jákup Thomsen

Myndir: Gunilla Bergström

Útgávuár: 2006

Upprunamál: svenskt

Evni: kríggj, pápar

Síðutal: 31

Slag: innbundin

ISBN: 99918-1-491-4




Álvur spælir við ein drong, sum er komin úr einum landi langt burturi, og sum nú býr í grannalagnum, har Álvur býr. Teir verða væl, og Álvur kemur at sanna, at fólk eru ymisk og hava upplivað ymiskt, sum er verri enn vanligt klandur millum børn.


Aftur