Alex Dogboy

Les søguna um Alex Dogboy, drongin, sum býr úti á gøtuni saman við hundum í Honduras

Rithøvundur: Monika Zak

Týðari: Jón Joensen

Myndir: Jan-Åke Winqvist

Útgávuár: 2010

Upprunamál: svenskt

Evni: gøtubørn

Síðutal: 230

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-814-6




Tað er, tá ið foreldur Alex svíkja, at hann flytur út á gøtuna.

 

• Hann svøltar og er so kaldur.
• Verður innilæstur í einum kølirúmi.
• Verður rændur á gøtuni.
• Verður meiðslaður á einum ruskplássi.

 

Men lívið hjá Alexi fær aðra vend tann dagin, tá ið hann fer at ansa eftir einum hundahvølpi, sum verður vinur hansara.
 

Ein hjartanemandi søga um tilveruna hjá gøtubørnum og um, at tað hóast alt ber til at hava vónir fyri framtíðina.

 

STROK ummælir


Aftur