5. Harry Potter og Føniksfylkingin

Sum vant leingist Harry Potter eftir at sleppa aftur í Hogwarts og fáa at vita, hví Ron og Hermione hava verið so loyndarfull og tigandi alt summarið.

Rithøvundur: J. K. Rowling

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Warner Bros

Útgávuár: 2003

Upprunamál: enskt

Evni: fantasy

Síðutal: 812

Slag: innbundin

ISBN: 99918-1-391-8




Sum vant leingist Harry Potter eftir at sleppa aftur í Hogwarts og fáa at vita, hví Ron og Hermione hava verið so loyndarfull og tigandi alt summarið. Men fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott hjá Harry. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, tá ið teir siga, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur eitt umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Harry hevur annars sítt at dragast við. Hann verður nú fimtan ára gamal, og lagið er skiftandi: Tað skal lítið til, so øsir hann seg upp. Hann er ofta illur, sjáldan kátur - og forelskaður. Tað er trupult at standa á gáttini til ein vaksnamannaheim, ið ikki er so einfaldur, svartur og hvítur, sum hann helt. Undurbarnið, ið bjargaði Vitramannasteininum, er um at gerast ein meira fjølbroyttur tannáringur.


Aftur