Frændaleysur

Hector Malot: Frændaleysur

Jákup M. Kjeld týddi

Føroya Lærarafelag 1961 (uppafturprentað: 1973 og 1995)

 

Bókin kom upprunaliga út á fronskum í 1878 og hevði heitið Sans familie 

 

Tá ið eg var 11 ár var eg í Íslandi og ferðaðist. Foreldrini hjá mær vóru íslandsvinir, tey kendu fólk í Reykjavík, sum áttu gentu, sum var javngomul við meg, og  sum fegin vildu hava eitt feriubarn.
Vit spældu úti um dagin. Anna Kristjana hevði ymiskt at gera, hóast tað var summarferia, og onkuntíð var eg við og hjálpti til, m.a.  gekk hon við Morgunblaðnum, ella Mogganum, sum tey søgdu. Eg minnist, hvussu illavorðið eg helt tað ljóða, tá ið tey hálvvaksnu stóðu í Bankastræti og róptu “Moggin!”, tá ið tey seldu blaðið.
Eg var burturi leingi, kanska 4 ella 5 vikur, og um kvøldið, tá ið ein skuldi í song, tá kom neyðin, á  sum mær longdist, eg græt undir dýnuni. Men tá ið eg vaknaði um morgunin, var tað gloymt og horvið.
 

Men nú bókin, eg havi antin havt hava við ella fingið hana sendandi, ivaleyst fingið hana í einum pakka, beint sum hon var útkomin. Eg sat og las við stovuborðið, meðan tey øll vóru úti, tey høvdu vist nógv um at vera gjøgnum vikuna. Neyðar Remi, sum átti ongan góðan, og var eg ikki júst sum hann:) Eingi foreldur, púra einsamallur í verðini.  Og eg fekk ikki slept henni aftur, eg mátti fáa at vita, um Remi  fekk eina góða lagnu hóast alt. Hóast handa vemmiliga fosturpápan og hatta Dickensa bølið í London.  Eg minnist, hvussu hugtikin eg var av dýrunum og teirra kynstri, eg hevði aldrin verið í nánd av einum sirkusi. Og tann standur, tá ið fyrst Zebrino og Vaps og síðani Janko doyðu.  Sum eg siti við stovuborðið, hoyri eg, at tey koma heim, tá fekk eg úr at gera at turka tárini, tí tað var skammiligt at sita og gráta har.
 

Eg haldi, at Frændaleysur var mín innleiðsla til heimsins óndskap, hvussu kundi nakað menniskja vera so ónt sum Barberin:) Ella so ómoralskt sum hasi fólkini í tjóvabølinum í London:) Eg minnist enn, hvussu skelkað eg var. Eg var glað, tá ið Remi fann sína ríku familju, sum elskaði hann. Men eg haldi næstan, at eg longu tá helt, at óndskapurin var meiri trúligur, enn at alt skuldi enda so væl.
 

Á hvørjum ári var bókadagur í fimmtiárunum. Tá fór øll familjan í sjónleikarhúsið at hoyra um ársins bókaskurð. Og so sluppu vit at velja eina bók.
 

Tað hevur verið stuttligt at lesa bókaminnini her á síðuni, nógv av minnunum eru meinlík mínum egnu.



Aftur