Brøðurnir Leyvuhjarta

Astrid Lindgren: Brøðurnir Leyvuhjarta, kom út á svenskum í 1973, á føroyskum í 1980 í týðing hjá Heðini Brú.

 

Eg las nógvar bøkur sum barn og ung, byrjaði vist áðrenn eg fór í skúla. Eg minnist ikki rættiliga, hvør bók var tann fyrsta, men tann, sum eg havi lisið oftast, er bókin um Brøðurnar Leyvuhjarta. Hana og nakrar afturat las eg aftur og aftur. Eg kundi leggja meg at lesa um kvøldið og fekk ikki afturhald, fyrr enn bókin var liðug – hóast eg hevði lisið hana fyrr og kendi hvønn stav.

Søguna um Brøðurnar Leyvuhjarta dugdi eg frammanífrá og aftanífrá. Eg græt, hvørja ferð eg las, at Karl Leyva doyði av at bjarga beiggja sín Jónatan Skorpu. Eg frøddist, tá brøðurnir hittust í Nangijala, beinini á Skorpu vóru frísk, hann kundi ganga og renna, og brøðurnir saman riðu á Grími og Fjalari. Eg østi meg inn svíkjaran Jossa og bæði ræddist og hataði Tengil, hansara menn og Katlu. Eg  var so góð við Suffíu og Mattas abban og táraði, tá hann doyði. Tá brøðurnir saman fóru víðari til Nangilima til Mattas, Grím og Fjalar,  græt eg so illa, at eg mátti trýsta meg móti koddanum, so eingin hoyrdi meg. 

Eg minnist bókina sum verandi líka sterka hvørja ferð, men eisini at eg fekk okkurt nýtt við hvørja ferð, sum eg ikki hevði givið gætur fyrr. Eg gevi mær tíverri alt ov sjáldan stundir at lesa bøkur umaftur longur, tað átti eg uttan iva at gjørt oftari, tí tað gevur nógv. Hinvegin er so nógv spennandi, eg fegin vil lesa.    

Eg var gerandisgestur á bókasavninum í nógv ár og las alt, sum eg kundi fáa hendur á. Eg haldi, at aldursmarkið at fáa lánarakort var 7 ár, ella var tað 8 ár. Eg fekk mær í øllum førum lánarakort dagin eftir, at eg fylti, og lænti 8 bøkur, hóast markið var 7. Tær hava nokk ikki verið so drúgvar, tí eg las allar sama dag, læt tær inn aftur dagin eftir og lænti fleiri. Bókasavnskortini vóru úr pappíri og skuldu stemplast fyri hvørja bók, sum varð lænt. Tað kom næstan sportur í at fylla kortini, til síðst varð bara eitt stempul sett í, og so varð talið av læntum bókum skrivað við hond.

Eg minnist meg mest hava lisið á donskum, hóast fleiri nokk eisini hava verið á føroyskum. Astrid Lindgren, Thorbjørn Egner og Thøger Birkeland vóru mínir yndisrithøvundar, men eg las eisini nógv annað.  Teknirøðir las eg nógvar av, fyrst og fremst Anders And, sum vit keyptu hvørja viku. Eg las eisini Sølvpil, Fantomet, Tintin og ikki at gloyma Asterix! Tað er nokk all time greatest hjá mær, saman við Calvin & Hobbs, sum eg havi lisið seinni. Eg eigi allar Asterix indbundnar og havi lisið tær fleiri ferðir sum vaksin eisini.  

Fleiri av bókunum, sum vit áttu heima, vóru bøkur, sum eg arvaði frá mammu, og sum hon sjálv las sum smágenta. Ein av hesum var eisini millum tær afturvendandi: “Børnevagtskompagniet” eftir Estrid Ott. Øgiliga fitt og syrgilig. Í baksýni havi eg vist havt ein forkærleika fyri syrgiligum bókum. Tað eri eg vaksin frá, nú er tað mest krimi, sum eg lesi, umframt yrkisbókmentir.

Vit hava lisið nógv við børnunum, men tey eru ikki fallin fyri Brøðrunum Leyvuhjarta á sama hátt. Her hava Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum átt munin.  



Aftur