Raska Annika

Raska Annika eftir Elsu Beskow kom út í 1984 á Nýlendi.

 

Míni fyrstu barnabókaminni eru fleiri í tali, men um eg skal hugsa um tað allarfyrsta minnið, so kemur fitta myndabókin, Raska Annika, mær til hugs. Henda fitta, hjálpsama gentan, sum vildi klára alt sjálv og hjálpti foreldrunum so væl, var nakað, sum eg identifiseraði meg við sum smágenta.

Míni allarbestu barndómsminnir eru frá teimum mongu góðu løtunum saman við pabba í bø og haga, har eg hjálpti honum við seyð og høsn ...

Raska Annika er ein heldur nostalgiskt myndabók við vøkrum myndum úr einum harmoniskum, svenskum gerandisdegi á bygd mitt í seinastu øld, har alt andar í idylliskum friði. Annika er ein genta, sum er tilvitað, málrættað og letur seg ikki lokka av teimum freistingum, sum hon møtir á vegnum – uttan tó at vera uttan feilir. At gentan er nevnd Annika og hevur ljóst hár, gjørdi tað ikki minni lætt hjá mær at identifisera meg við henni.

Ein onnur bók, sum stendur klárt í mínum minni, er Silas og svarta ryssan, sum eg las, tá eg var blivin eitt sindur eldri. Søgan var bæði spennandi, stuttlig og rørandi, og ...

Silas er ein drongur, sum ikki vil finna seg í einum og hvørjum, og  tí rýmir hann frá gyklarahópinum, sum hann er í saman við mammu sínari. Í ferðini einsamallur møtir hann nógvum avbjóðingum, men hann er snildur og megnar at koma burtur úr teimum vandamálum, hann ofta endar í. Tann svarta ryssan er hansara besti vinur, og ...

Bókin viðgerð týdning av barndóminum og rætturin til at hava ávirkan á egið lív, og hetta hevur altíð verið evni, sum hevur vakt stórar kenslur í mær, og sum eg brenni fyri.

Frælsi og rættvísi hevur stóran týdning fyri Silas, og hann vil ikki lata seg útnytta – og so slettis ikki av vaksnum. Hann dugir væl at finna uppá, er eitt sindur frekur í munninum, men mann kann ikki lata vera við at dáma hann, óansæð hvussu hann uppførir seg.



Aftur