Heimsins vandamiklasta harkalið

Triðja bók í røðini um heimins vandamiklasta harkalið.

Arne Svingen hevur skrivað, og Ida Larmo hevur myndprýtt.

Harkaliðið hevur bygt ta størstu sleingibyrsuna nakrantíð við selunum hjá abba Killer.

Tey fýra blíva sumoglímarar og finna ein deyðan mann í skóginum.

Í bókunum um harkaliðið eru fimm stuttar, villar og ordiliga stuttligar søgur um alt, sum kann henda, tá ið tey vaksnu ikki hava eitt vakið eyga.

Bókin er 140 bls. og innbundin.

Vagnur Streymoy hevur týtt.



Aftur