Mira

Tá ið fyrsta bókin um Miru kom út í 2017, fekk hon Ping-virðislønina í 2018.

Grundgevingin hjá nevndina var, at bókin lýsti rættiliga væl, hvussu trupult tað kann vera at vera næstan-tannáringur.

Bøkurnar eru tískil væl egnaðar til børn millum 9-12 ár, men vaksin kunnu saktans lesa eisini, tí tær eru stuttligar allan vegin ígjøgnum. Tekningarnar hjá Rasmus Bregnhøi gera bøkurnar til eina heild og lýsa barndómin og tann komandi ungdómin við virðing.

Mira er ein genta, sum dámar væl at spæla, men samstundis stríðist hon við spurningum um at verða forelskað. Átti hon at verið tað?

Hetta er ein tíð, tá bæði sovorðið einfalt sum hvønn lit turriklæðið skal hava og truplari tilveruspurningar sum: kann ein pápi vera góðu við eina dóttur, hann ongantíð hevur sæð? koma upp at venda og eru sera avgerandi at fáa svar uppá.

Bókin er full av heitum skemti og gerandisstøðum, sum hetta ættarliðið við snapchat og instagram veksur upp við.

Mira 1 og 2 eru 99 bls. hvør og innbundnar.

Sabine Lemire hevur skrivað og Rasmus Bregnhøi hevur teknað.

Silja Aldudóttir týddi úr donskum.



Aftur