Hvíti fuglur skal filmatiserast

Kenda filmskvinnan, Gillian Anderson, skal spæla við í filminum White Bird: A Wonder Story, sum byggir á bókina Hvíti fuglur, sum kom út á føroyskum seinasta ár.

Søgan er um eina unga jødiska gentu, sum ein drongur og familja hansara hjálpir at krógva seg. Søgan fer fram í hersetta Frankaríki undir 2. veraldarbardaga. Gillian Anderson skal spæla Vivienne, kvinnan, sum saman við familju sínari noyðist at taka nøkur óhugsandi val.

Tey, sum framleiða hendan filmin, eru tey somu, sum framleiddu Wonder/Undur.

Upptøkurnar byrja seinni í hesum mánaðinum í Kekkia.

 



Aftur