Bókaframløga - Kjarr

Bókaframløga við nýggju ungdómsskaldsøguni eftir Rakel Helmsdal
Mikudagin 4. november kl. 19 í Norðurlandahúsinum
 

Rakel Helmsdal hevur skrivað eina ungdómsskaldsøgu, sum bæði í innihaldi og formi ferðast nýggjar leiðir og hevur víðan listaligan sjónarring. Hetta er ein fangandi og nemandi søga, sum lesarin upplivir bæði ígjøgnum ymisk tekst- og frásøgusnið og myndir: frásøgurødd, dagbókatekstir, tankatekstir, listar, skitsur og myndir bera øll søguna hjá høvuðspersóninum, Lauru, fram. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina og givið henni eitt nýskapandi og sermerkt snið.

Ein beinagrind í einum kjarri. Ein knústur barndómur. Ein verð, sum tú ikki visti var til, men kanska hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið: dagbókin.

Skráin

- Vælkomin

- Nýggja blásikvartettin Euterpe spælir

- Lesarin sigur frá: Annika Dalsgaard

- Eyð Steinbjørnsdóttir hevur samrøðu við Rakel Helmsdal

Bókin fæst fyri serprís á tiltakinum.

Bókadeildin bjóðar øllum vitjandi kaffi, te og smákøkur.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð. Tekna ókeypis atgongumerki á www.nlh.fo



Aftur