Norðurlendsk bókmentavika 2020

Norðurlendsk bókmentavika 9.-15. november

 

Norðurlendsk bókmentavika er tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, ið hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir.

 

Evnið fyri vikuna í 2020 er Norðurlond í heiminum, og í ár bjóðar Norðurlendsk bókmentavika børnum, ungum og vaksum at grunda yvir, hvat tað vil siga at vera heimsborgari og at finna sítt pláss í heiminum.

 

Mánadagin 9. november er dagurin, tá vit í Føroyum og nógv túsund onnur børn og ung um øll Norðurlond um sama tíma seta seg at lurta, tá lisið verður upp úr somu søguni.

Bøkurnar, ið lisnar verða úr fyri børn og ung eru báðar komnar út á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Fyri børn er tað bókin Øll telja við eftir Kristin Roskifte. Ria Tórgarð týddi. Bókin kom út í ár. Bókin til ung er Drápsmansapan eftir Jakob Wegelius, sum kom út í 2016. Ása H. Ellefsen týddi.

Báðar bøkurnar hava fingið Barna- og ungdómsbókmentaprís Norðurlandaráðsins. Drápsmansapan í 2015 og Øll telja við í 2019.

 

Far inn á http://www.nordisklitteratur.org/ og fá meira kunning um hvussu, ið tit kunnu taka lut.



Aftur