Drongurin, sum rópti so illa

Vit kenna øll hetta: barnið, sum kennir seg órættvíst viðfarið og ætlar sær at rýma, tí ongin leggur í seg, men sum kortini ynskir, at mamman og pápin fara at verða so kedd, at tey ynskja, at tað skal koma aftur.

Tað er ikki akkurát tað, sum hendir í hesari bókini, men høvdið á dreinginum, sum rópar so illa veksur til eina ballón og fer á flog langt burtur frá foreldrum og systkjum.

Hvat skal drongurin nú gera? Tí hann vil sleppa heim aftur til mammu og pápa sín, men hann er so øgiliga langt burturi.

Hjalmar Didriksen Apol hevur teknað søguna um drongin, og meiningin er at skapa eina frásagnarstøðu, har hugt verður gjølla at myndunum og sagt verður frá søguni ímeðan.

Bókin er 32 bls. og innbundin.

 



Aftur