Rakel og Marjun

Eydnudagur fyri okkum á Bókadeildini, nú tað frættist, at tær báðar Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs hava fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

 

25 ár eru síðan, at vit á Bókadeildini góvu fyrstu bókina út hjá Rakel, Tey kalla meg bara Hugo, og vit hava fylgt henni síðan. Tað hevur verið ein spennandi ferð, tí er tað nakað, ið eyðkennir Rakel, so er tað áræði. Hon vil altíð royna nakað nýtt og loyvir ikki sær sjálvari at standa í stað.

12 bøkur er tað blivið til síðan, umframt søgur í fýra ymsum søvnum. Og sjálvandi hava vit eisini givið út myndabøkurnar um lítla og Stóra skrímsl, sum hon hevur skrivað saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttur og svenska Kalla Güettler.

Rakel Helmsdal er fødd í1966 og arbeiðir sum sjálvstøðugt listafólk, sum høvundur, leikhússtjóri í Karavella Marionett-Teatur, undirvísari á Listaskúla Føroya og sum fríyrkisfólk í ymsum listarverkætlanum, t.d. Ung í Føroyum.

Rakel hevur tvær ferðir áður fingið Barnamentanarheiðurslønina frá Tórshavnar býráði. Fyrstu ferð í 1996 fyri Tey kalla meg bara Hugo og aðru ferð í 2013 fyri skrímslabøkurnar og myndabókina Veiða vind.

Í 2016 kom hon á IBBY Honor List fyri ungdómsskaldsøguna Hon, sum róði eftir ælaboganum, umframt at bókin fekk Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins. Bókin er komin út bæði í Noregi og Danmark.

Rakel hevur ongantíð verið bangin fyri at royna okkurt nýtt. Í 2019 kom myndabókin Loftar tú mær? út við hennara egnu myndprýðingum, sum hon hevði evnað til úr figurum, sum vóru settir inní eitt 3D univers. Bókin er í uppskoti til bæði Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins og Norðurlandaráðsins. Og í dag hevur hon so vunnið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

 

Marjun S. Kjelnæs er fødd í 1974, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men hevur verið virkin rithøvundur síðan 2000.

Hon spennir víða í bókmentaslagi, alt frá stuttsøgum, yrkingum, barnabókum, ungdómsbókum og skaldsøgu fyri vaksin. Haraftrat hevur hon skrivað leikir bæði til útvarp, pall og film, og sangtekstir til verkið hjá Eivør Pálsdóttur At the Heart of a Selkie, har hon vann FMA í 2017 fyri ársins tekst. 
Á Bókadeildini hevur hon útgivið eitt stuttsøgusavn, tríggjar barnabøkur, tvær ungdómsbøkur og eina skaldsøgu fyri vaksin.

Bókin, sum rættiliga gjørdi vart við seg, var ungdómsbókin Skriva í sandin, sum kom út í 2010 og er týdd til danskt, norskt og íslendskt.

Tað er fyri ungdómsbókina Sum rótskot, at Marjun í dag hevur fingið Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs. Her hevur hon fangað tíðarandan millum ung, trongdina eftir at gera vart við, at verðin liggur í andaleypi, og at vit øll noyðast at taka ábyrgd.

Hetta er aðru ferð, at Marjun fær virðislønina. Fyrru ferð var í 2008, tá ið hon varð heiðrað fyri tríverkið um Viktoriu og pingilipongin, sum Hanni Bjartalíð hevði myndprýtt.

 

Vit á Bókadeildini eru fegin um heiðurin og gleðast yvir, at vit hava so ídnar og engasjeraðar rithøvundar í okkara útgávufelagi.

Hjartaliga til lukku tit báðar!



Aftur