Vitello grevur eitt hol

Vitello vil hava ein vin, og tá tvíburarnir Max og Hassi ikki hava tíð at spæla, so má hann finna onkran annan.

Ein góður máti er at lokka við bommum, men av tí at Vitello ongar pengar eigur, má hann finna upp á okkurt annað.

So kemur hann fram til eitt frálíkt hugskot: Hann kann grava eitt hol, so at ein vinur dettur niður í og verður fangaður!

Kim Fupz Aakeson hevur skrivað, og Bo Bojesen hevur teknað. Sjúrður Gullbein hevur týtt.

Bókin er innbundin og 24 bls.

 



Aftur