Eg eri ein tikari

Ein sera stuttlig myndabók um at geva seg út fyri at vera ein annar. Og tá ið so hesin annar er meira enn dupult so stórur sum tú, ja, so gerst tað enn stuttligari.

Fyrst heldur tú, at músin bara tvætlar, men tá ið tú kemur til síðstu síðu, og músin knappliga heldur seg vera eitt heilt annað dýr, so skilir tú, at hetta er ramasta álvara, og tú kanst halda fram at ímynda tær, hvussu tað so verður ...

Karl Newson hevur skrivað, Ross Collins hevur teknað, og Marna Jacobsen hevur týtt til føroyskt. Bókin er innbundin og 24 bls.



Aftur