Heimsfarsóttir

Onki er so ringt sum, at børn liva í óvissu. Í hesum tíðum, tá ið ein farsótt er farin um allan heim, er alneyðugt at vit hugsa um, at børnini ikki skulu liva í óvissu.

Ein máti er at greiða teimum frá, hvat hetta snýr seg um. 

Bókadeildin og Nám hava í hesum døgum, nú onnur bylgja vónandi er farin at hæsa av, givið út bókina Heimsfarsóttir eftir Fridu Bejder Klausen. Turið Kjølbro hevur týtt úr donskum, men hon hevur eisini skrivað ein føroyskan part, sum grundar seg á okkara viðurskifti pr. juni-juli 2020. 

Umframt korona, verður aðrar sjúkur sum svartideyði, spanska sjúka, SARS, ebola og HIV viðgjørdar í bókini.

Bókin er 44 bls. og heft.

 



Aftur