Ókrút og skordýr

Støðan hjá skordýrum versnar um allan heim.

Brúkið av kemikalium í landbúnaði og aðrastaðni, har vit vilja sleppa av við ókrút og skordýr, ger seg inn á liviumstøðurnar hjá skordýrum og antin rekur tey burtur av økjum ella útruddar tey.

Í Danmark eru býflugur og summarfuglar hóttir, og tí verða fólk mint á at taka størri atlit til skordýrini. Til dømis at lata meira ókrút vaksa í urtagarðinum, skilt á tann hátt, at jú meiri villvøkstur er í garðinum, jú fleiri skordýr kunnu liva har.

Bókadeildin er sjálvandi eisini áhugað í, at børnini skulu gerast tilvitað um, at eisini skordýr hava rætt at liva, ja, eru neyðug fyri alla okkara vistskipan.

Í hesum døgum fer nýggj upprunaføroysk faktabók út í bókhandlarnar. Tað er bókin Surrandi og krúpandi smákykt, sum Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á Strok og Píka7, hevur greitt úr hondum. Bókin er felags útgáva hjá Bókadeildini og Námi. Beinta hevur áður skrivað eina røð av bókum í krabbarøðini um føroysk djór og náttúru, harímillum Firvaldur í Føroyum, sum kom út í 2012 og varð endurprentað í 2017. Í bókini Surrandi og krúpandi smákykt, kanst tú lesa um smákykt í Føroyum, hvørjar eginleikar tey hava, hvar tey búgva og hvussu tú kanst hjálpa teimum at trívast.

Vit hava eisini givið aðrar bøkur út um skordýr. Ein av tí meira skemtiliga slagnum var bókin Herviligi Henry og kykt eftir Francesca Simon, sum Bergur Rasmussen týddi í 2014. Har ber til at lesa skemtisøgur um skordýr, men hóast søgurnar eru skemtiligar og undirhaldandi, so eru tær sannar.

Í 2019 góvu vit út bókina Klukkusavnarahandbókin, sum M.G. Leonard hevur skrivað, og sum Jenny Johannessen týddi. Her verður greitt frá 50 ymiskum klukkum við flottum myndum og teksti, har summar teirra eisini eru til hjá okkum.

Tað hevur týdning at læra børnini at geva náttúruni ans, tí kunnu slíkar bøkur sum Surrandi og krúpandi smákykt verða ein íblástur hjá okkum øllum, so at vit geva okkum meira far um hesi smáu kyktini, sum summi okkara ræðast, men sum eru so ómetaliga virðismikil fyri okkara vistskipan og tískil okkum menniskju.



Aftur