Sorg og saknur í barnahædd

 

Helena Kannuberg ummælir og viðmælir bøkur á blogginum Mentir. Her hevur hon skrivað eitt flott ummæli av Loftar tú mær?

 

"Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata."

 

Les alt ummælið á http://mentirbloggur.blogspot.com/2020/08/sorg-og-saknur-i-barnahdd.html



Aftur