Nýggj ungdómsbók í august

Fyri 10 árum síðan skrivaði Marjun Syderbøe Kjelnæs seg inn í hjørtuni á føroyskum ungdómi við skaldsøguni Skriva í sandin. Í august kemur ein nýggj ungdómsskaldsøga, sum aftur hesa ferð skrivar seg beint inn í samtíðina

 

"Ein sigandi og rørandi ungdómsbók um fýra tannáringar, ið ynskja at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, hóast tað til tíðir kann kennast nyttuleyst. Rithøvundurin leiðir okkum ígjøgnum lív teirra, ið er fylt við kenslum sum vónloysi, sorg, forelskilsi og gleði....Bókin er løtt at lesa, og tá ein er byrjað, er torført at sleppa henni aftur. Ein bók um veruliga lívið og um ein sera relevantan og álvarsaman trupulleika, sum er umráðandi at varpa ljós á."

– Linnéa L. Petersen

 

”Hvussu langt kunnu vit loyva okkum at fara fyri at vinna og røkka rættvísi? Millum annað hendan spurning viðgerð Marjun Syderbø Kjelnæs í nýggju ungdómsskaldsøguni Sum rótskót...Bókin er áhugaverd fyri ættarliðið, sum vit kunnu nevna Gretu Thunberg-ættarliðið. Men eins og í ungdómsskaldsøguni Skriva í sandin viðgerð rithøvundurin eisini onnur evnir, sum eru viðkomandi fyri ung eitt nú vinarlag, familju og seksualitet. Ein góð og gevandi bók!”

– Tráin Petursson Nónklett

 

Útgávutiltak verður 14. august í Reinsarínum



Aftur