Mamma Mu og Krákus

Enn ein pappbók til tey minstu børnini um hesi bæði Mammu Mu og Krákus, sum kanska ikki eru so paralig, men sum kortini hóska væl saman.

Mamma Mu, sum er superoptimist og Krákus, sum er meira varin, onkuntíð eitt sindur keddur.

Fyrra pappbókin Krákus sigur ikki! kom út í 2017.

Tað er Jujja Wieslander, sum hevur skrivað, og Sven Nordqvist hevur teknað.

Niels Jákup Thomsen hevur týtt.



Aftur