Øll telja við

Bókin er yðjandi full av fólki. 

Í so máta gongur hendan myndabókin beint ímóti leiðbeiningunum um at savnast í hesum kortonatíðum.

Kortini er hetta ein týdningarmikil bók um, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og at øll fólk telja við!

Bókin byrjar við, at ein lítil drongur liggur í songini og hyggur at stjørnunum uttan fyri vindeygað. Hann hugsar um, hvussu nógv onnur menniskju munnu hyggja at teimum somu stjørnunum sum hann beint nú.

Bókin endar við, at vit eru sjey og ein hálv milliard fólk á somu gongustjørnu. Hvørt einasta eitt hevur sína egnu serliga søgu. Øll telja við. Eitt teirra er tú!

Bókin vann Norðurlendska barna og ungdómsbókmentaprís Norðurlandaráðsins í 2019 og er higartil týdd til  27 mál.

Kristen Roskifte úr Noregi hevur skrivað og teknað. Ria Tórgarð hevur týtt til føroyskt.



Aftur